Obama vann greiðan sigur

Bæði Barrack Obama og Mike Huckabee vunnu rættiliga sannførandi uppstillingarvalið í Iowa í nátt Hóast meiningakanningarnar bendu á eitt spennandi val, gjørdist úrslitið, at demokraturin Barrack Obama og republikanarin Mike Huckabee vunnu rættiliga sannførandi.

Hjá demokratunum fekk Barrack Obama 37,5 prosent av atkvøðunum, John Edwards fekk 30 prosent og Hillary Clinton 29,5 prosent.

Amerikanskir eygleiðarar eru á einum máli um, at Hillary Clinton var taparin í Iowa. Hon viðgekk ósigurin í morgun, men segði, at hon er til reiðar at taka dystin uppaftur í New Hampshire í næstu viku.

Hjá republikanarunum vann Mike Huckabee tryggan sigur við 34 prosentum. Á næsta plássi var Mitt Romney, sum fekk 25 prosent.