Obama tosaði við Medvedev um valsvik

Hvítu Húsini í Washington siga í einari fráboðan, at Barack Obama, forseti, hevur tosað við russiska starvsbróður sín, Dmitrij Medvedev, um tær nógvu skuldsetingarnar um valsvik á russiska tjóðartingsvalinum fyri fjúrtan døgum síðani.

Amerikanski forsetin segði seg fegnast um, at Medvedev hevur lovað at kanna viðurskiftini, og hann var eisini fegin um, at russisku myndugleikarnir hava givið fólki loyvi at mótmæa aftan á valið.

Talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Jay Carney, sigur í fráboðanini, at teir báðir forsetarnir tosaðu í telefon í gjár. Tað var Obama, sum ringdi í sambandi við, at Russland er vorðið limur í altjóða handilssamgonguni WTO.