Umleið 15.000 fólk vóru í gjárkvøldið til minningarhald á herstøðini Fort Hood í amerikanska statinum Texas, har ein heryvirmaður myrdi 13 fólk og særdi 29 í síðstu viku. Í røðu síni á minningarhaldinum fordømdi Barack Obama, forseti, tað, sum drápsmaðurin hevði gjørt, og hann segði seg vera vísan í, at drápsmaðurin fær ta røttu revsingina - bæði í hesum heiminum og tí næsta.
Tey flestu, sum doyðu í hópdrápinum, skuldu til Afghanistan og Irak, og tað nam fordetin eisini við. Hann segði, at USA er í kríggi aðrastaðni, men at hesi vórðu skotin í heimlandinum.
-Tað ger sorgarleikin so mikið verri og heilt ófatiligan, segði Obama.