Ein ætlan um at byggja eina muslimska mosku á Manhattan í New York hevur elvt til nógv kjak í USA, men nú sigur Barack Obama, forseti, at hann tekur undir við ætlanini. Á einari samkomu fyri amerikonskum muslimum og diplomatum úr muslimskum londum segði Obama, at sum borgari og forseti er hann av teirri áskoðan, at muslimar hava sama rætt sum øll onnur í USA, tá tað snýr seg um at røkja trúnna.
-Tað merkir eisini, at teir hava rætt til at byggja eitt gudshús á einum privatum grundstykki á Manhattan eftir galdandi lógum og reglum, segði forsetin.
Ætlanin at byggja eina mosku á Manhattan hevur møtt harðari mótstøðu. Grundstykkið er ikki langt frá Ground Zero, og tað ger ikki støðuna betur. Ein meiningakanning hjá CNN hevur víst, at 70 prosent av amerikanarunum eru ímóti byggiætlanini.