Obama styðjar hjúnarlag millum samkynd

Amerikanski forsetin, Barack Obama, hevur nú boðað frá, at hann tekur undir við, at tvey fólk av sama kyni skulu hava rætt til at verða vígd.

-Tað er umráðandi fyri meg at siga frá, at eg haldi, at tvey av sama kyni skulu hava møguleikan at verða vígd, sigur Obama í samrøðu við sjónvarpið ABC.

Obama er tann fyrsti amerikanski forsetin, sum alment hevur hesa støðu, men fyri trimum døgum síðani segði varaforseti hansara, Joe Biden, at hann hevði einki ímóti, at samkynd verða vígd.

Í samrøðuni við ABC leggur Obama dent á, at teir einstøku statirnir í USA skulu framvegis hava heimild til at gera av, um teir loyva samkyndum hjúnarlagi ella ikki.

Republikanarin Mitt Romney, sum eftir øllum at døma skal kappast við Obama á forsetavalinum í november, sigur, at hann tekur ikki undir við hjúnarbandi millum samkynd.