Barrack Obama, forseti, hevur í kvøld staðfest tann stóra pakkan, sum skal venda gongdini í amerikanska búskapinum Í pakkanum eru 787 milliardir dollarar ella umleið 4540 milliardir krónur, og sambært forsetanum skulu pengarnir hjálpa USA burtur úr búskaparkreppuni.
Barrack Obama skrivaði undir lógina á einum stórum hátíðarhaldi í býnum Denver í Colorado. Fleiri leiðandi politikarar vóru hjástaddir, teirra millum Joe Biden, varaforseti.
Í einari røðu beint undan staðfestingini segði Obama, at pakkin skal venda teirri skeivu gongdini í amerikanska búskapinum. Eitt nú væntar stjórnin, at pakkin skal útvega umleið 3,5 milliónir arbeiðspláss.










