Obama skelkaður av harðskapinum í Sýrialandi

Amerikanska stjórnin er skelkað av tíðindunum um, at umleið 140 fólk kunnu hava latið lív í samanbrestum millum mótmælisfólk og trygdarhermenn í sýriska býnum Hama í dag. Barack Obama, forseti, sigur, at USA fer at virka fyri, at Bashar al-Assad, forseti, og stjórn hansara verða avbyrgd.

-Eg eri skelkaður av teirri harðrendu framferðini, sum sýrisku myndugleikarnir brúka ímóti landsins fólki. Frásagnirnar úr býnum Hama eru ræðandi, og tær vísa ta sonnu muruna hjá sýrisku stjórnini, sigur Obama í einari fráboðan. Í fráboðanini stendur, at teir næstu dagarnar fer USA at royna at leggja uppaftur størri trýst á tað sýriska stýrið og at arbeiða saman við øðrum londum fyri at avbyrgja stýrið hjá al-Assad.

Keldur í Sýrialandi siga fyri altjóða tíðindastovunum, at millum 80 og 100 fólk lógu eftirá í samanbrestum millum mótmælisfólk og trygdarhermenn í býnum Hama í dag. Keldur hjá fronsku tíðindastovuni AFP vilja vera við, at tað rætta talið táttar í 140.