`-Úrslitið av veðurlagstingingunum á G8-toppfundinum í Italia er søgulift, sigur amerikanski forsetin -Vit eru vorðin samd um, at tey ríku londini hava skyldu til at ganga undan, tá tað snýr seg um at tálma veðurlagsbroytingunum, segði Barack Obama í italska býnum L´Aquila, har G8-leiðararnir halda fund.
Eftir semjuni binda londini seg til at skerja CO2-útlátið 80 prosent innan 2050 og at avmarka hitavøksturin til tvey stig.
Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, er væl nøgdurr við úrslitið í Italia, og hann væntar sær meiri av fundinum í Keypmannahavn í desember.
Umhvørvisverndarfelagsskapir eru ikki so jaligir. Teir siga úrslitið vera eitt lítið stig tann rætta vegin, men at tað munar alt ov lítið.










