Barack Obama, forseti, leggur nú av álvara trýst á republikanararnar fyri at fáa teir at taka undir við uppskoti hansara um nýskipan á heilsuøkinum. Í gjárkvøldið segði hann, at kann Kongressin ikki taka sær annað skinn um bak og samtykkja heilsunýskipanina, er hann til reiðar at gera tað.
Við hesum sipaði hann til tað, sum amerikanararnir kalla ?reconcilliation?, og sum gevur demokratunum møguleikan at avgreiða uppskotið til lóg, sjálvt um teir ikki hava avgjørdan meiriluta í Kongressini.
Bæði demokratiskir og republikanskir forsetar hava brúkt hendan møguleikan fyrr, skrivar AP.