Í síni fyrstu sjónvarpssamrøðu síðani valið lovaði Barrack Obama í nátt, at fangalegan í Guantanamo verður latin aftur -Eg havi fleiri ferðir sagt, at eg ætli mær at lata Guantanamo afrtur, og tað ætli eg mær eisini at gera, segði Barrack Obama í sjónvarpssendingini 60 Minutes.
Fleiri hundrað fólk hava verið fangar í Guantanamo síðani innrásina í Afghanistan í 2001, tí amerikanarar vilja vera við, at tey hava tilknýti til yvirgang.
USA er lagt undir at fara harðliga fram ímóti fangunum, og landið er fleiri ferðir skuldsett fyri at pína fangar. Eisini tann spurningin nam Obama við í sjónvarpinum.
-Tað er neyðugt at bøta um okkara umdømi uttanlands, og tað gera vit bara við at gevast við slíkum, segði tann komandi forsetin.