Obama í kríggj við mafiuna

Amerikonsku myndugleikarnir hava nú sett sær fyri at rudda allan skipaðan kriminalitet burtur, og í tí sambandi hevur Barack Obama, forseti, skrivað undir eini boð, sum seta ikki færri enn 56 ymisk tiltøk í verk.

Tiltøkini, sum eru vend ímóti italsku mafiuni, Yakuza-kervinum í Japan, Los Zetas í Meksiko og Brøðranna Ringum í gamla Sovjetsamveldinum, skulu millum annað verja tær fíggjarligu skipaninar í USA.

-Skipaður kriminalitetur er ikki ein staðbundin trupulleiki longur, men er vorðin ein hóttan ímóti altjóða trygdini, skrivar Obama í einari frágreiðing til Kongressina, har hann greiðir frá, hví hann hevur sett tey ymsu tiltøkini í verk. Hann vísir á, at teir kriminellu felagsskapirnir brúka alheimsgeringina til at breiða seg út um heimin.

John Brennan, sum er ráðgevi hjá Barack Obama, sigur, at forsetin ætlar serliga at raka tey, sum skipa fyri mannasmugling, rúsevnahandli, ídnaðarnjósning og teimum, og sum brúka alnótina til síni brotsverk.