65 prosent av teimum svørtu veljarunum í South Carolina styðja Barrack Obama Lítil ivi tykist vera um, at Barrack Obama fer at vinna uppstillingarvalið hjá demokratunum í statinum South Carolina.
Sambært teirri seinastu kanningini fær hann 43 prosent av atkvøðunum. Hillary Clinton fær 25 prosent og John Edwards 14.
Tann størra helvtin av veljarunum í South Carolina eru svartir, og kanningar vísa, at 65 prosent av teimum svørtu veljarunum styðja Barrack Obama.
Hinvegin fær hann lítlan stuðul frá teimum hvítu veljarunum í statinum.










