Obama hevur blíðan byr

Leiðslan hjá Hillary í New Hampshire er burtur, og nú rokna alt fleiri demokratiskir veljarar við, at Barack Obama hevur best møguleika at vinna demokratunum forsetasessin Mest umrøddi og best umtókti politikarin í USA í løtuni er Barack Obama, senatorur í Illinois. Síðani hann í vikuni endaði ovastur í Iowa, hevur 46 ára gamli maðurin verið nógv umrøddur.

Kanningar undan uppstillingini í New Hampshire hava higartil víst greiða leiðslu til Hillary Clinton, men eftir úrslitið í Iowa, er vent í holuni.

Obama hevur tikið seg nógv fram, meðan Hillary hevur havt víkjandi undirtøku. Ein kanning, sum varð almannakunngjørd seinnapartin í gjár, sigur, at tey bæði nú liggja stavn um stavn við 33 prosentum av demokratisku veljarunum.

Undirtøkan hjá Barak veksur, og undirtøkan hjá Hillary minkar. Á triðja plássi millum demokratisku valevnini er fyrrverandi North Carolina senatorurin John Edswards, sum sambært kanningini hevur undirtøku millum 20 prosent av demokratisku veljarunum.

Eygleiðarar vísa serligum ans, at nú halda 36 prosent av demokratisku veljarunum í New Hampshire, at Hillary Clinton er tann í teirra flokki, sum hevur best møguleika at vinna forsetavalið.

35 prosent halda, at Barack Obama hevur best møguleika. Obama hevur vunnið 13 prosent síðstu vikuna, og Hillary Clinton hevur mist 9 prosent.

Í New Hampshire eru nógv teir flestu veljararnir hvítir. Fyri Hillary verður tað mett at vera so mikið stórt afturstig í hesum statinum at tapa fyri litta Obama, at tað er stórur spurningur, um hon yvirhøvur fer at megna at koma fyri seg aftur í forsetavalstríðnum.