Barrack Obama heldur, at londini, sum vóru við í innrásini í Irak, hava gjørt ov lítið fyri at hjálpa irakskum flóttafólkum -Londini, sum vóru við í innrásini í Irak, hava gjørt syndarliga lítið fyri at loysa kreppuna við irakskum flóttafólkum, og tey mugu eggjast til at gera meiri, skrivar tann komandi amerikanski forsetin á sínari heimasíðu.
Hann hartar eisini USA, tí landið hevur bara tikið ímóti einum lítlum parti av teimum 7.000 flóttafólkunum, sum landið hevur bundið seg til at taka ímóti.
Barrack Obama skrivar, at kreppan við teimum iraksku flóttafólkunum skal loysast, og at tey einstøku londini skulu halda sínar skyldur.
Flóttafólkastovnurin hjá ST heldur, at umleið hálvonnur millión irakar eru flýddir av landinum síðani innrásina. Uppaftur fleiri eru flóttafólk í egnum landi.