Fyrrverandi amerikanski forsetin Barack Obama ákærir Donald Trump fyri at lúgva og finna uppá.
Í eini røðu í gjár fanst Barack Obama harðliga at amerikanska forsetanum og floksfeløgum hansara.
Tað skrivar AP tíðindastovan.
– Vit hava ikki áður sæð, at politikarar opinlýst, ferð eftir ferð, uttan bart út og skammleyst lúgva, segði Obama.
Talan var hildin bæði í Milwaukee í Wisconsin og Detroit í Michigan, har Obama á veljarafundum stuðlaði demokratisku valevnunum til miðvalið í USA 8. november.
Fyrrverandi demokratiski forsetin fanst millum annað at sonevnda teldupost-málinum hjá Hillary Clinton undir seinsta forsetavali.
Sambært Obama brúktu republikanararnir málið til at ræða veljarar undan valinum. Men tað at vísa kávalæti, tá kinesarar avlurta telefonina hjá Trump, ljóðaði skuldsetingin frá Obama.
Hann fanst eisini at Trump fyri at leggja eftir hópinum av migrantum, sum eru farnir til gongu gjøgnum Mexico móti USA.
– Tað nýggjasta er, at teir royna at gera øll bangin fyri hesum hópi av fátækum, hungraðu flóttum, sum eru fleiri túsund kilometrar burturi, segði Obama.
– Tað er tað, sum er tað týdningarmesta í hesum valstríði. Ikki heilsuskipanin, um fólk hava møguleika at sleppa á pensjón, at gera nakað við lønarstigi, at endurbyggja vegir og brýr ella at geva fólki arbeiði.
Í Michigan stuðlar Obama demokratiska valevni Gretchen Whitmer, meðan hann í Wiscounsin stuðlar demokratin Tony Evers. Báðir statir hava víst seg at verið svingstatir á fyrrverandi valum.
Obama vísti, hvussu hann vónaði, at valið fór at vera í Michigan:
– Eg vóni, at vit hóast larmin og allar lygnirnar koma ígjøgnum hetta, segði hann í røðu síni.
– Eg eri vóngóður, tí eg mitt í politiska myrkrinum síggi eina stóra politiska veking.
/ritzau/