Tað eydnaðist í nátt Barack Obama, forseta at fáa meirilutan av Umboðsmannatinginum at atkvøða fyri uppskoti hansara um eina nýskipan á heilsuøkinum. Uppskotið skuldi hava minst 216 atkvøður, og tá atkvøtt varð, atkvøddu 219 tinglimir fyri, og 212 atkvøddu ímóti.
Sostatt eydnaðist tað Barack Obama at fáa undirtøku fyri einum av sínum høvuðsmálum, sum í veruleikanum fer at útvega øllum amerikanarum sjúkratrygging.
Nýskipanin er tann størsta innan amerikanskan heilsupolitikk í næstan 50 ár, og sjúkratrygging hevur verið eitt politiskt evni í USA í næstan eina øld.