Barrack Obama vann amerikanska forsetavalið sannførandi. Hann fekk 338 valmenn, meðan John McCain fekk 156 Tann næsti forsetin í USA eitur Barrack Obama. Hann er 47 ára gamal og littur.
-Við hesum er broytingin komin til USA, segði Obama, tá hann í nátt helt takkarrøðu fyri umleið 70.000 innbodnum gestum í Grant Park í Chicago. Hann nýtti eisini høvi til at rósa kappingarneytanum.
-John McCain stríddist manniliga í valstríðnum, og eg vil fegin arbeiða meiri saman við honum, segði Obama.
Hann ásannaði, at USA hevur nakrar stórar avbjóðingar fyri framman, og hann eggjaði fólki til samanhald - eisini teimum, sum ikki høvdu atkvøtt fyri sær.
-Eg vil hoyra tykkara rødd, eg havi brúk fyri tykkum. USA er ikki nakrir statir, sum eru litaðir reyðir ella bláir eftir floksliti. Vit eru Teir Sameindu Statirnir í Amerika, segði tann nývaldi forsetin í takkarrøðuni.










