Í samkomuni verður skipað soleiðis fyri, at tey hava morgunbøn tvær ferðir um vikuna – týsdag og hósdag frá kl. 7 til 7:30.
Sambært Trygva gevur hetta nakað til dagin, bæði andaliga og tímiliga. Hetta sæst ikki minst aftur í sambandi við ungdómsarbeiðið, sum er í vøkstri.
- Vit uppliva veruliga at Gud vælsignar. Tí ynskja vit sum samkoma at standa saman í øllum, bæði ung og gomul, sigur Trygvi Dam.










