Har hevði hon hitt fleiri føroyskar gentur, og soleiðis fekk hon hug at kanna, hvussu viðurskiftini vóru í Føroyum. Tessvegna fór hon til Føroyar. Tað gjørdist henni skjótt greitt, at í Føroyum var tørvur á útbúgving og upplæring á húsarhaldsøkinum. Hon fór undir skeiðvirksemi í Havn og á bygd, og hon dugdi at síggja, at neyðugt var at virka fyri einum húsarhaldsskúla í Føroyum.
Ta fyrstu tíðina leigaði hon høli, sum skjótt gjørdist ov trong, men longu í 1929 var ein statgóðkendur húsarhaldsskúli settur á stovn í Havn við plássi fyri umleið 20 næmingum, sum ikki stóð á at fáa í skúlan.
Landbrúkskonsulenturin Mads Winther Lützen undirvísti í urtagarðsbrúki og hon sjálv (Naina) í húsarhaldi og hondarbeiði. Til undirvísing í neyðhjálp og reinføri undirvísti ein donsk sjúkrasystir.
Hóast heilsan ikki var góð, arbeiddi hon áhaldandi fyri at náa tað stóra ynski: At stovna eitt heim fyri sjúkum og troyttum konufólkum vælvitandi, hvussu strævið tey føroysku konufólkini høvdu tað.
Hetta skuldi hon tó ikki náa. Naina Scarla doyði á Dronning Alexandrines Hospital (nú Landssjúkrahúsið) tann 8. september 1934, bert 41 ára gomul.
Við hennara testamenti og ágrýtni frá hennara góðu vinum varð Hvíldarheimið Naina veruleiki í 1936.
Men trongligt var við tí fíggjarliga. Einaferð sama árið vitjaði blaðstjórin á Berlingske Tidende NAINA, og hendan dagin áttu tey ikki pening – 1 krónu og hálvtrýss oyru – til fiskadøgurðan. Blaðstjórin hjálpti teimum við døgurðanum, - og frá einum gomlum blindafelag í Keypmannahavn útvegaði hann NAINA fimm túsund krónur sum gávu.
Hann, ið hetta skrivar, hevur í hesum døgum notið eina Shangri-La-tilveru á Hvíldarheiminum NAINA. Hesi fáu orð skulu tessvegna vera ein tøkk og heilsan til øll, ið starvast á hvíldarheiminum.