Um eina viku, á sjálvum Valentines degi, verður nýtt whisky at fáa til keyps í Rúsuni og FAE Duty Free. Talan er um Magnus Heinason Whisky, sum er vistfrøðiligt .
Drúgv tilgongd
Í fleiri ár hevur verið arbeitt við einari whiskyætlan í Lopra, og nú er endiliga komið hartil, at tær fyrstu fløskurnar eru klárar at selja. Í Lopra hevur verið rokast seinastu dagarnar við at gera tær fyrstu Magnus Heinason whisky fløskurnar klárar, og longu áðrenn fløskurnar eru lagdar út á søluhillurnar, er ein góð bílegging komin úr Japan uppá part av fyrstu útgávuni
Fyrsta Magnus Heinason Whisky fløskan
Tað er ein Økologisk Single Malt, sum hevur ligið og lagrað fyrst í bourbon føtum og síðani í nýggjum eikiføtum (danskt vistfrøðiligt eik). Magnus Heinason Whisky er vatnað við Kirvi vatni, sum hevur víst seg vera framúr gott fyri tað endaliga produktið. Kirvi vatnið hevur av sommelierum verið skýrt til at verða besta vatn at blanda/vatna við, og er hetta ein avgerandi partur fyri góða smakkin. Tað eru tilsamans 720 fløskur framleiddar av fyrstu útgávuni
Ein gamal dreymur
Tað eru somu fólk, sum eru aftanfyri Kirvi, sum saman við donskum samstarvspartnarum, standa aftanfyri hesa verkætlan. Hetta er bara byrjanin, tí gongd er í at víðka um verkætlanina til annað rúsdrekka enn whisky í framtíðini.
Jens Kristian Norðberg, stjóri í Magnus Heinason Whisky, greiðir frá, at tað at framleiða whisky hevur altíð verið ein gamal dreymur. Nú, tá ið vit eru í tí rætta umhvørvinum við dagligari framleiðslu í Lopra, var hetta eitt náttúrligt stig at taka. Saman við Hallur Augustinussen, stjóra í Kirvi, og Arna Brattaberg, nevndarformanni í Kirvi, hava teir stovnað eitt felag saman við øðrum, sum skal framleiða gott rúsdrekka.
Búning við Eggjarnar
Teir hava gjørt eina avtalu við eigararnar av haganum við Eggjarnar í Vági, har Loran A støðin var bygd av bretum undir krígnum. Í gomlu Loran A støðini, sum liggur á tromini við náttúruvøkru Eggjarnar, skal Magnus Heinason Whisky búnast. Vit skulu brúka tað serstaka føroyska veðurlagið sum krúnuna á verkið. Bygningurin skal setast í stand til hetta endamáli, og arbeiðið byrjaði síðsta summar og verður eftir ætlan liðugt í summar.
Ein spennandi framtíð
Hendan fyrsta útgávan av Magnus Heinason Whisky hevur tíverri ikki fingið møguleikan at lagrast her í Føroyum, men vit vóna, at tey øll hini føtini hjá felagnum fara at koma ”heim” í summar, verður sagt í tíðindaskrivi.