Umfatandi bjargingararbeiði í Norðsjónum

Eitt tangaskip og eitt farmaskip hava rent saman í Norðsjónum, og her fer fram umfatandi bjargingararbeiði

 

 

 

 

 

 

NRK veit tíðliga seinnapartin at siga, at eitt tangaskip og eitt farmaskip hava rent saman í Norðsjónum fyrrapartin. Talan er um tangaskipið Stena Immaculate og farmaskipið, MV Solong.

 

Tangaskipið er amerikanskt, og farmaskipið er portugisiskt. Eldur er í báðum skipunum, og sambært bretsku bjargingartænstuni, sum arbeiðir á leiðini, eru fleiri fólk farin av skipunum.

 

Hendingin fór fram stutt fyri klokkan 10 í morgun, og tað var bjargingartænastan í Grimsby, sum fyrst fekk boðini um samanstoytin, veit Sky News at siga, sum eisini var fyrst við tíðindunum úr Norðsjónum.

 

Bjargingartænastan samskipar átakið, og sambært BBC eru bjargingarbátar, tyrlur og sløkkiliðsfólk eisini á leiðini.

 

BBC endurgevur keldur, sum siga, at eldur er í tangaskipinum, soleiðis sum myndin her ovast á síðuni eisini vísir. Sambært Marine Traffic er stórur aktivitetur í økinum, og vit á In.fo fara eisini at venda aftur til hendingina.

 

Dagføring:

 

Tað seinasta er, at Sky News og BBC vita at siga, at fleiri enn 30 fólk eru flutt av skipunum, men miðlarnir vita ikki, hvør støðan hjá teimum er.

 

BBC sigur seg hava skift orð við felagið, Stena Bulk, sum upplýsir, at øll manningin á tangaskipinum er í tryggleika og í góðum hondum.

 

Nýggj kunning sigur eisini, at farmaskipið, MV Solong, var ávegis til Rotterdam í Niðurlondum, tá skipini stoyttu saman. Tangaskipið, Stena Immaculate, var á veg úr Grikkalandi til Immingham í Bretlandi.

 

##med2##

 

##med3##