Tá Grønland vann sítt fyrsta oyggjaleikagull á oyggjaleikunum á Guernsey í 2023, so var tað formaðurin í Demokraatit, Jens-Frederik Nielsen sum framdi hetta roysnið.
Jens-Frederik Nielsen er ein góður kenningur hjá føroyska badmintonlandsliðnum. Í finaluni í einmansleiki í badminton 14. juli í 2023 vann Jens-Frederik Nielsen 2-1 á á Jordan Trebert úr Guernsey, og spilti harvið dagin hjá oyggjaleikavertunum.
Talan var um eina sera javna og spennandi finalu, ið endaði við settmuninum 18-21, 22-20 og 25-23. Tá fegnaðust allir grønlendingar um sigurin hjá Jens-Frederik Nielsen. Og vit føroyingar í høllini fegnaðust saman við teimum. Tá fingu vit at vita, at talan var um ein floksformann, ið sat í andstøðu í grønlendska tinginum í Nuuk.
Okkara Jónas Djurhuus og Magnus Dal-Christiansen vunnu bronsu í somu kapping.
Nú hevur Jens-Frederik Nielsen so vunnið stórsigur á grønlendska valinum, har hann og hini í Demokraatit hava fingið meir enn 30 prosent av atkvøðunum. Jens-Frederik Nielsen hevur fingið nærum 4.500 persónligar atkvøður.
Demokraatit er systurflokkur hjá Liberal Alliance, og teirra tilgongd til grønlendskt fullveldið er stig fyri stig tilgongdin: Útvega fleiri inntøkur til landið, og so yvirtaka málsøkini stig fyri stig. Ein kann loyva sær at siga, at tað er ein "føroysk loysn", ið hevur vunnið grønlendska valið.
Sannlíkt er, at Jens-Frederik Nielsen verður stjórnarleiðari í Grønlandi, og tí verður torført hjá honum at verja oyggjaleikagullið í summar. Men ein skal aldrin siga aldrin. Tað hevði verið søguligt í oyggjaleikahøpi um ein stjórnarleiðari kappaðist í oddinum í badminton.
Hin vinnarin av grønlendska valinum er tann meira radikali fullveldisflokkurin, Naleraq sum hevur fingið meir enn 24 prosent av atkvøðunum.
Stjórnarflokkarnir, Siumut og Inuit Ataqatigiit hava havt stóra afturgongd á grønlendska valinum. Inuit Ataqatigiit hevur fingið 21,6 prosent, og Siumut fingu góð 15 prosent. Stjórnarflokkarnir fingu sostatt færri enn 37 av atkvøðunum.
Gamli sambandsflokkurin, Atassut fekk 7,1 prosent av atkvøðunum. Lítli flokkurin, Qulleq fekk bara eitt prosent av atkvøðunum.