Nýtt viðgerðartilboð til børn sum viga ov nógv

Holbæk-Føroyar viðgerðarhátturin er ein heldur øðrvísi háttur at hugsa um yvirvekt, enn vit eru von við, og trivnaðurin hjá barninum er í miðdeplinum. Hátturin er bygdur á vælgrundaða gransking og hevur víst seg at geva góð úrslit í mun til fleiri aðrar hættir.

Gigni skrivar á heimasíði síni, at tey sum vilja hava viðgerð kunnu fáa eina ávísing til Holbæk viðgerðarháttin, við at venda sær til egnan heilsufrøðing. Tey sum ikki eru knýtt at heilsufrøðingi, kunnu skriva ein teldupost til gigni(at)gigni.fo. Viðgerðin er ætlað til børn millum 3-16 ár, sum stríðast við vekttrupulleikar.

 

Holbæk viðgerðarhátturin tekur støði í, at kroppurin strembar eftir at varðveita og verja feittmongdina og hetta hevur avleiðingar við sær. Viðgerin tekur atlit hvussu vit arbeiða við høgari yvirvekt, hvussu viðgerðin er, og hvussu vit handfara møgulig afturstig.

 

Holbæk arbeiðshátturin leggur dent á, at viðgerð fyri yvirvekt ikki er so einføld sum hon mangan verður hildin at vera, at ein bert skal eta minni og flyta seg meira. Atlit mugu takast fyri fleiri viðurskiftum, av tí at kroppurin kann gera tað soleiðis, at hann nýtir minni orku uppá at vaksa, at halda seg heitan, immunverjan verður niðursett, evnini at nørast verða verri og annað. Hetta verður alt gjørt fyri at feittmongdin í kroppinum verður varðveitt.