Umleið 500 russiskir hermenn eru dripnir ella særdir í einum ukrainskum loftálopi móti hertikna ukrainska býnum, Tsjulakivka í Kherson-regiónini.
Tað veit ukrainska herleiðslan at siga í morgun.
Ukrainsku myndugleikarnir siga eisini, at í sama loftálopi varð ein mongd av russiskari hernaðraútgerð oyðiløgd.
Herleiðslan greiðir ikki í smálutum frá álopinum, og útlendskir tíðindamiðlar vita í morgun at siga, at ongar myndir ella video-upptøkur enn eru sæddar úr økinum.
Tað er heldur ikki kent, hvar russisku hermenninir, sum vórðu álopnir, ítøkiliga vóru, tá álopið varð framt.
Hetta er næsta stóra ukrainska álopið á russiskar deildir seinastu dagarnar.
Nýggjársaftan varð lopið á eina støð í hertiknað býnum, Makijivka í Donetsk-regiónini, og her halda ukrainskir myndugleikar upp á, at 400 russiskir hermenn lógu eftirá, umframt av 300 aðrir vórðu særdir.
Álopið í Makijivka gjørdist kent í gjár, og longu í morgun frættist um eitt nýtt álop í ukrainska býnum, Tsjulakivka í Kherson-regiónini, har ukrainskir myndugleikar siga, at 500 russiskir hermenn eru falnir ella løstaðir.
Russar hava ikki viðgingið, at 400 hermenn lótu lív í Makijivka, og enn er einki frætt um, hvat myndugleikarnir í Kreml siga um álopið, sum í morgun frættist um í Kherson-regiónini.