Nýtt tilboð frá ES til Føroyar um makrelin

Nýggja tilboðið frá ES er áhugavert fyri Føroyar, sigur Jacob Vestergaard

Á Føroyaferðini hevur ES fiskivinnuráðharrin, Damanaki, eitt nýtt tilboð við sær til føroyingar um, hvussu makrelurin skal býtast.

 

Jacob Vestergaard sigur, tilboðið er á einum stigið, sum er áhugavert hjá føroyingum at viðgera og at viðgera tað í hesi vikuna

 

Damanaki vil bara siga, at tilboðið er á hægri stigið enn ES upprunaliga hevði ætlað, at føroyska kvotan skuldi vera.

 

Men hon staðfestir, at báðir partar mugu slaka, men at ES má viðurkenna, at føroyingar eiga størri lut av makrelinum.

 

- Vit eru grannar og eiga at hava gott samstarv sigur Damanaki.

 

Hon heldur, at vit hava skyldu at finna eina semju, men hon heldur eisini, at ein semja um makrelin kann slóða fyri semju á øllum øðrum økjum eisini.

 

Jacob Vestergaard sigur, at hann fer nú at viðgera uppskotið saman við øllum avvarðandi pørtum í Føroyum og hann fer at svara í hesi vikuni.

 

Myndin er av Damanaki og Vestergaard á tíðindafundi fyri løtu síðani.

 

Les eisini: Vit skulu vera góðir grannar