Nýtt spæl til føroyingar 

Í 2021 kom føroyska spælið, “Góðskutíð fyri pør”, sum gjørdist sera væl umtókt, og nú er eftirfylgjarin, “Góðskutíð fyri familjuna”, komin í sølubúðirnar. 

 

Tey seinastu árini eru alt fleiri spøl á føroyskum komin á marknaðin.

 

Í 2021 kom føroyska spælið, “Góðskutíð fyri pør”, sum gjørdist sera vælumtókt, og nú er eftirfylgjarin, “Góðskutíð fyri familjuna”, komin í sølubúðirnar. 

 

“Góðskutíð fyri familjuna” miðjar eftir at skapa hugnaløtur fyri alla familjuna, har øll samstundis kunnu læra hini enn betri at kenna.

 

- Her eru spurningar sum knýta seg til her og nú, fortíð og framtíð, tvístøður, ærligir spurningar, sum ganga eitt sindur nær, og eisini hugnaligir og besnissaðir spurningar.

 

Margret Mortensen, útgevari, sigur, at spurningarnir eru støðið undir forvitnisligum, nærverandi og stuttligum løtum, sum binda familjuna saman.