Nýtt savn frá Kim

Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsund, er heitið á nýggjum yrkingasavni, ið Kim Simonsen hevur latið úr hondum

 

Í tíðindaskrivi skrivar Mentunargrunnur Studentarfelagsins, ið gevur savnið út, at talan er um savn av tekstum og yrkingum við hørðum og melankolskum myndum, ið ganga teirra egna veg bæði tá tað kemur til at bróta við genrur og tá tað kemur til at víðka hugtakið um hvat eitt savn- ella yrkingasavn kann vera.

 

- Við at blanda persónligar minniskendar upplivingar við søguligari lívfrøði, stjørnufrøði spælir náttúran ein annaðleiðis leiklut gjøgnum hetta savn, líkasum tíðin og tilvitið um at alt endar, verður sagt í tíðindaskrivinum.