Nýtt lag frá nýggja bólkinum TeleMama

Í dag hava teir í bólkinum í TeleMama givið út fyrsta lagið. Lagið eitur Identity, sum skuldi verið spælt á útgávukonsert í Tutl á Káta Horninum í Havn.

 

– Ætlanin var eisini, at vit skuldu spæla eina lítla útgávukonsert í hølinum hjá Tutl á Káta Horninum í Havn, men sum so nógv annað verður fyri tíðina, er hon avlýst orsakað av koronu. Eisini høvdu vit ætlanir um eina størri konsert í mánaðinum, men hon má bara bíða, til tamarhald er á støðuni aftur.

Eftir er bara at siga, at vit gleða okkum heilt ekstremt til næsta mikudag, og vónandi gera tit tað sama, skriva teir í bólkinum

Tutl skrivar soleiðis um lagið:

»Ver eyðmjúkur, men ikki ov eyðmjúkur

Fyrsta útgávan »Identity« hjá TeleMama.

 

Teir fimm í bólkinum eru:

Dan Eyðun Karbech Saxov

Hendrik Jacobsen

Jákup Holm Johannesen

Óli Joensen

Ørvur Argenziano Hentze

 

Hoyrið lagið á Youtube her:

 

##med2##

Soleiðis skrivar Tutl um útgávuna:

Lagið varpar ljós á, hvussu fólk í øllum aldri viðhvøft kenna seg ørkymlað og sita først í hamstarahjólinum av dagligum uppgávum.

Tilsipingar til persónligar royndir eru settar í ein annan samanhang.

Lagið er fangandi og positivt, eitt boð um vón, meðan endin sendir tær eitt wakeup-call.

Bólkurin TeleMama varð stovnaður til tónleikakappingina Sement 2021 og skuldi eisini spæla á G! Festivalinum 2021, ið sum øllum kunnugt varð avlýstur.

Teir fáa íblástur frá bólkum sum Arctic Monkeys, The Strokes, Her's, Mac DeMarco og Boy Pablo. 

TeleMama sum eitt frískt lot á føroyska tónleikapallinum.«