Nýtt lag frá Momo

Nýggi bólkurin hjá Dánjal á Neystabø og dananum Stephan Sieben, eru klárir við einum nýggjum fruktsangi.

Nýggi bólkurin hjá Dánjal á Neystabø og dananum Stephan Sieben, eru klárir við einum nýggjum fruktsangi.

Í fjør gav elektroniski poppbólkurin út sangin Coconut Lover,og boðaði frá, at tann tónleikurin, ið teir fóru at geva út so ella so fór at snúgva seg um frukt.

Á ársins fyrsta degi kunngerð Momo staklagið, Apple Song. Á Facebook skrivar Dánjal soleiðis:

“Kundi eg freista við einum nýggjum MOMO lagið at byrja nýggja árið við.

Tað er jú soleiðis, at fyrsta freisting menniskja fall fyri var freistingin fyri einum søtum súrepli. Manst tú verða nakað betri enn Adam?

Um tú fellur fyri freistingini ber tað jú til at taka hini niður við tær, við at deila freistingina…

Gott nýttár øll somul”

Momo hevur tikið upp samstarv við kenda danska framleiðaran Rune Borup, sum framleitt fyri eitt nú Slowolf, Vinnie Who og I Got You On Tape.

Hoyr nýggja lagið á leinkjuni niðast í greinini.