Í Føroyum hava vit eina undirstætt av kvinnum, sum hvønn dag stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman. Í javnstøðustríðnum seinastu árini hava hesar kvinnur verið yvirsæddar. Fokus hevur verið á at fáa javnstøðu millum kynini í nevndum og ráðum, og at kvinnur gerast leiðarar og politikarar. Alt gott um tað, men vit hava veruliga tørv á einum kvinnustríði, har tað snýr seg um at lyfta hesar kvinnur upp á eitt virðiligt livistøði.
Støðan hjá nógvum av hesum kvinnum er so álvarslig, at alneyðugt at gera nakað í stundini. Lív má blásast í eitt kvinnustríð, sum eisini er eitt stættarstríð.
Vit síggja á inntøkubýtinum millum kynini og í tølinum frá hagstovuni um fátækraváða, at alt ov nógvar kvinnur eru illa fyri.
Tað sum eyðkennir tilveruna hjá hesum kvinnum er, at tær ofta eru stakar við børnum, hava lága inntøku, partíðarstørv, ofta dýrar bústaðir og at tær ikki verða nóg væl loftaðar av almennum skipanum, tá tær fáa sosialar trupulleikar av ymiskum slag. Høga kostnaðarstøðið leggur eisini stein oman á byrðu.
Hetta er ikki ein brádliga íkomin støða – tvørturímóti – men vit kunnu ikki longur bara lata standa til. Vit hava longi vitað at:
· Kvinnur forvinna munandi minnið enn menn
· Kvinnur eru í nógv størri vanda fyri at vera í fátækraváða
· Kvinnur í burðardyggum aldri flyta í nógv størri mun av landinum ella koma ikki aftur eftir loknan lestur
Vit skulu ikki billa okkum inn, at tað er av tilvild, at støðan hjá hesum kvinnum er sum hon er. Støðan er soleiðis, tí vit antin hava tikið politiskar avgerðir, sum ikki gagna hesum kvinnum, ella tí vit ikki vilja viðurkenna trupulleikan, og tí onki gera.
Hvat kann gerast?
Tað ber væl til at betra um umstøðurnar hjá hesum kvinnum. Við málrættaðum politiskum átøkum kunnu vit skapa eitt samfelag, har eisini hesar kvinnur hava livilig kor.
· Tað almenna og kommunala skal broyta sín setanarpolitikk, so kvinnur sum ynskja fulltíðarstørv fáa møguleika til tess. Almenni og kommunali setanarpolitikkurin er beinleiðis við til at skapa ein láglønarstætt av kvinnum, sum hava trupult við at lívbjarga sær, tí tey fáa ikki fulltíðarstørv og tey rættindi, sum fylgja við einum fulltíðarstarvi. Dømi um hetta er hjálparfólk og pedagogar á dagstovnum, sjúkrarøktarfrøðingar og heilsuhjálparar og starvsfólk innan heimarøktina.
· Barsilsskipanin má fáa minstamark fyri útgjaldi, so kvinnur við nýføðingum ikki enda í djúpum fátækradømi. Eftirløn skal leggjast omaná útgjaldið og ikki sum nú takast av upphæddini kvinnan hevur rætt til. Barnsburðarfarloyvi skal víðkast til útgjald í 1 ár.
· Langtíðar arbeiðsleys mugu fáa møguleika til útbúgving og førleikamenning undir serligari skipan við vaksnamannalæru. Tilkomnar kvinnur sum gerast arbeiðsleysar, hava ógvuliga trupult at fóta sær aftur á arbeiðamarknaðinum.
· Serligt barnaískoyti skal latast lágløntum. Stakar kvinnur við børnum eru ógvuliga fíggjarliga sperdar og hava trupult við at lívbjarga sær og børnunum. Tí skal eitt serligt barnaískoytið latast teimum, sum ger, at tær og børnini verða lyft upp um fátækramarki.
· Fleiri almenn lærupláss mugu málrættast til kvinnur úti um alt landið. Í pørtum av landinum eru næstan øll nýggj størv og lærupláss málrættaði til mannfólk. Hetta má broytast. Gerast mugu nøkur málrættaði arbeiðsmarknaðarlig átøk til kvinnur serliga í Suðuroynni og Sandoynni, har fá størv eru til kvinnur.
· Bústaðarstuðul skal málrættast til láglønt, sum ikki hava møguleika at keypa sær eitt býli og harvið fáa rentustuðul.
· Skipast mugu fleiri útbúgvingar í Føroyum, sum eru málrættaðar til kvinnur, og karmarnir kring lesandi familjuna mugu betrast. Kvinnur mugu fáa møguleika at útbúgva seg burturúr fíggjarliga truplu støðuni tær eru í.
Javnstøðustríðið
Javnstøðustríðið í Føroyum má víðkast.
Tær 2600 kvinnurnar í fátækraváða hava tørv á, at vit nú eisini síggja tær og taka teirra stríð í álvara. Nýggja kvinnustríðið er meira enn nakað annað eitt stættarstríð.
Týsdagin 1. september kunnu tit velja, hvat fyri samfelag vit vilja liva í, og hvussu framtíðin hjá hesum 2600 kvinnum skal verða. Hjá mær er ongin ivi. Eg velji einar Føroyar, har allar kvinnur hava somu møguleikar at skapa sær tað lív tær ynskja sær.
Sonja J. Jógvansdóttir, valevni hjá Javnaðarflokkinum