Í kvøld klokkan sjey var stovnandi aðalfundur av einum sjálvstøðugum felag, sum skal eita TB Flogbóltur.
Frammanundan hevur TB Flogbóltur verið ein deild av fótbóltsfelagnum TB, men av ymiskum praktiskum orsøkum verður ikki hildið, at henda loysnin er tann rætta frameftir, og tí verður eitt sjálvstøðugt felag nú sett á stovn, ið bara skal fáast við flogbólt.
Otto Gram er eitt av fólkunum, ið varða flogbóltinum, ið nú skipar seg í sítt egna felag, og hann frá á Rás 2 í dag. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Otto Gram.