Nýtt heimsmet varð sett í marathon, tá ið runnið varð í Berlin um vikuskiftið. Tað var 30 ára gamli Dennis Kimetto úr Kenya, sum við tíðini 2.02,57 tók metið frá landsmanninum Wilson Kipsang, sum – somuleiðis í Berlin – í fjør rann tíðina 2.03,23.
Metið nærkast í hvørjum teimum tveimum tímunum, og sambært Emmanuel Mutai, sum áður hevur havt heimsmetið, so er tað møguligt, at onkur í framtíðini fer at renna marathon-teinin undir teir tveir tímarnar.
- Soleiðis sum eg sá tað í dag, so koma tíðirnar bara longri og longri niður. So um ikki í dag, so kanska í morgin. Næstu ferð koma vit kanska niður á 2.01, segði Mutai við BBC eftir renningina í gjár.
Dennis Kimetto hevði undan kappingini í gjár lovað, at um veðurlíkindini vóru til vildar, so ætlaði hann sær at fara eftir heimsmetinum. Í bestu líkindum og átta hitastigum eydnaðist tað so honum at seta metið.










