Holgar Jacobsen arbeiðir í løtuni við spildurnýggjari útgávu og gongst sum ætlað, kemur fløgan út beint eftir ársskiftið. Heitið á nýggju fløguni er Fjøtraður, og á henni eru 10 løg. Níggju av teimum eru heilt nýggj, meðan tað eina er ein endurinnspæling av lagnum, Slættanes, ið Holgar gav út um aldarskiftið. |
Fløgan verður spæld inn í Studio Bloch og farið verður undir upptøkurnar í næstum.










