Nýtt føroyskt flogfelag: Vænta at flúgva í summar

Um einar tvær til tríggjar vikur er greitt, um nýggja flogfelagið, sum stigtakarar saman við Bakkafrost hava stovnað, fer at keypa eitt Boeing 757 flogfar, sum stendur teimum í boðið

 

Birgir Nielsen er stjóri í nýggja flogfelagnum

##med2##

 

Tað segði Birgir Nielsen, stjóri í flogfelagnum, við in.fo í gjár. Felagið hevur gjørt ein fyribils sáttmála um keyp av flogfelagið, og tey hava, sum Birgir Nielsen sigur, øgiliga góðar ábendingar um, at hetta verður tað.

Trýstið á pílin undir myndini at hoyra samrøðu, sum Árni Gregersen hevði við Birgir Nielsen í tíðindunum hjá FM1 á middegi.

Lesið eisini: Kunnu flúgva 150 tons av farmi úr Danmark til Føroya um vikuna

 

Lesið eisini: Skjótt klárt at keypa fyrsta føroyska farmaflogfarið

##med3##

 

Birgir Nielsen er stjóri í nýggja flogfelagnum

Talan er um eitt flogfar av hesum slagnum hjá Icelandair, sum nýggja flogfelagið hevur í úmbúnað at keypa, eitt Boeing 757