Nýtt flogfelag er nú farið at flúgva upp á Føroyar

Tey flúgva tvær ferðir um vikuna

Tað er ikki á hvørjum degi, at nýtt flogfelag byrjar regluliga rutuflúgving til Føroya, men nú er aftur ein sovorðin dagur upprunnin.  Norska flogfelagið, Widerøe, er nú farið regluliga rutuflúgving upp á Føroyar. Flogið verður ímillum Bergen og Føroyar tvær ferðir um vikuna, mánadagar og fríggjadagar, sigur Vága Floghavn.

 

Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn væntar, at hetta fer at vera við til at menna bæði floghavnina og ferðavinnuna. Widerøe fer at nýta flogfør av slagnum Bombardier Dash 8 Q400, til flúgvingina. Tey taka 78 ferðafólk og túrurin ímillum Føroyar og Bergen fer at taka umleið ein tíma og trý korter, men tey hava upplýst, at verður tørvur á tí, hava tey størri flogfar til endamálið.

 

##med2##

 

– Vit eru ikki í iva um, at hetta fer at flyta føroyska ferðavinnu rætta vegin, tí vit við hesum fáa atgongd til ein nýggjan skara av viðskiftafólki, sigur stjórin.

 

Hagtøl hjá Vága Floghavn vísa nevniliga, at nýggj flogfeløg í størstan mun byggja sína ferðslu á síni egnu viðskiftafólk og tí vænta tey eisini, at úrslitið av flúgvingini hjá Widerøe, verður, at fleiri ferðafólk fara at koma til Føroyar.

 

Widerøe er størsta økisflogfelag í Norðurlondum, og hevur beinleiðis samband úr Bergen til 40 aðrar býir í Noregi, umframt ferðamál í øðrum londum um okkara leiðir.

 

##med3##