Nýtt, elektroniskt og norðurlendskt

Endiliga kemur Nordisk 2014 konsertferðin til Føroyar, eftir 10 konsertir í Danmark eru føroysku Byrta, donsku Sekuoia, íslendsku Good Moon Deer og norsku Sea Change, klár at fara á pall í Norðurlandahúsinum.

Endiliga kemur Nordisk 2014 konsertferðin til Føroyar, eftir 10 konsertir í Danmark eru donsku Sekuoia, íslendsku Good Moon Deer, norsku Sea Change og føroysku Byrta, klár at fara á pall í Norðurlandahúsinum.

Í fjør vár var Norðurlandahúsið karmur um Trance Atlantisku konsertina, við elektroniskum tónleiki og einum heldur meira ungdommiligur profili enn vanligt hevur verið í Norðurlandahúsinum.

Konsertin í kvøld verður eftir nøkurlunda sami leisti. Konsertferðin sýnir fram fýra nýggjar norðurlendskar bólkar, ið eru vælumtóktir í heimlandinum.

Konsertin í kvøld er ein standikonsert, og atgongumerkjaprísurin er settur somikið, lágt, at ætlanin er at fylla húsið, við ungum føroyingum í øllum aldrum.

Konsertin byrjar kl. 20. í kvøld.