Eiðis kommuna skrivar, at í hølunum vera venjingarhøli, felagshøli, og køkur, umframt fundar- og skrivstovuhøli. Harumframt ger kommunan eitt goymsluhøli til virksemið í høllini. Umstøður vera eisini at gera eini høli til virksemi hjá feløgum og áhugabólkum at nýta.
Inngongd verður vestanfyri høllina við parkeringsøkið og úr EB-húsinum inn í høllina. Hugsað verður samstundis um umstøðurnar hjá rørslutarnaðum við lyft og rampum, so øll kunnu fáa gleði av nýggju umstøðunum.
Tað er lokala fyritøkan Sp/f Hammer Smíð, sum hevur vunnið útboðið at standa fyri arbeiðinum, ið væntandi verður liðugt um eitt ár.
Tað hevur stóran týdning, at frítíðarvirksemi í kommununi hevur so góðar umstøður sum tilber. Gamla EB-húsið – fyrr rópt dansistovan – hevur tænt felagnum væl, men nú er tíðin komin til eina dagføring, soleiðis at framgongdin og menningin av felagnum, sum hevur kvinnulið í bestu deildini, og mannslið í 1. deild, umframt sterk og góð lið í øllum ungdómsdeildir, heldur fram.
Gamla EB-húsið verður latið kommununi og afturfyri gera partarnir ein brúkssáttmála um nýggju hølini.