Í sínum tónlistaliga arbeiði kannar Oskar Tomala møguleikarnar í analogum, mekaniskum orglum fyri at skapa serlig ljómføgur og harmonisk úrslit, og hvussu ljóðið samspælir við rúmið og arkitekturin.
Við virðing fyri heita klanginum, sum Fuglafjarðar kirkja hevur, verður arbeitt við at skapa eina uppliving, soleiðis at lurtarin kann søkka niður í klangin frá orglinum. Hetta verður gjørt við spakuliga mennandi kontrapunktiskar formar og kanning av mikrotonaliteti.
Oskar Tomala hevur seinasta árið arbeitt við ymiskum orglum í Koncertkirken í Keypmannahavn. Hann hevur gjørt skitsur til fleiri kompositiónir. Hetta arbeiðið gjørdi at hann fekk høvi at framføra til Organ Sound Art Festival í desember 2025, við tónleiki úr verkætlanini Window Forms.
Verkið verður framført á árliga Earth Hour tiltakinum hjá Fuglafjarðar kommunu. Hetta verður ein serlig ljóðuppliving í kirkjuni, bert kertuljós fara at lýsa.
Tað er Jógvan Joensen, tónleikari í Fuglafirði, sum hevur staðið fyri verkætlanini at fáa Oskar Tomala at skriva verkið og framføra í Fuglafriði.
MOWI og Framherji stuðla verkætlanini.










