Nyrup skal greiða frá undirgrundartavtaluni

Danska Fólkatingið fer nú av álvara inn í málið um undirgrundaravtaluna frá 1992. Forsætisráðharrin er kallaður í samráð í politisku og búskaparligu nevndini at greiða frá avtaluni

Donsku politikkararnir eru av álvara vaknaðir við sveitta á pannuni, nú meira enn átta ár eru liðin, síðani stjórnin og landsstýrið undirskrivaðu undirgrundaravtaluna.

Nógva skrivingin í Ekstra Blaðnum seinastu dagarnar hevur elvt til øsing á Christiansborg, og nú er Poul Nyrup Rasmussen biðin um at greiða politisku og búskaparligu nevndini frá eini røð av spurningum um avtaluna.

Tað er Kirsten Jacobsen, sum hevur kallað forsætisráðharran í samráð um avtaluna. Hon vil millum annað hava forsætisráðharran at greiða frá, um tað er rætt, at Fólkatingið ikki hevur góðkent avtaluna, og um ein tílík avtala ikki eigur at verða góðkend í Fólkatinginum.

Avtalan um ráevnini í undirgrundini kom ongantíð fyri Fólkatingið, tí tað var stjórnin, sum gjørdi avtaluna, og hon kunnaði bert formenninar í politisku flokkunum um avtaluna. Kirsten Jacobsen vil hava at vita, um mannagongdin í hesum sambandi var røtt, og um stjórnin hevur nakrar ætlanir um at leggja avtaluna fyri Fólkatingið nú.

Eisini spyr Kirsten Jacobsen, hvussu avtalan samsvarar við grundlógina, og um nakar møguleiki er fyri at broyta avtaluna og treytirnar í avtaluni.

Tað er ikki ásett enn, nær samráðið í nevndini verður, men nevndin hevur álagt forsætisráðharranum at svara fleiri spurningum áðrenn sjálvt samráðið og harumframt at senda nevndini alt tilfar, sum er til taks um avtaluna.

Poul Nyrup Rasmussen skal millum annað greiða frá, um avtalan inniber, at møguligar oljuinntøkur skulu mótroknast í blokkstuðlinum, og hann verður biðin um at senda fundarfrásøgnina frá fundinum millum stjórnina og floksformenninar tann 29. september 1992, har Poul Schlüter kunnaði um avtaluna.

Forsætisráðharrin skal eisini siga nevndini, hvørja ráðgeving stjórnin fekk í samband við avtaluna, og hann skal eisini senda nevndini alt tilfar, sum danska Løgmálaráðið hevur gjørt í málinum.


Samsvarar ikki við ráðgevingina

Ekstra Blaðið skrivaði í vikuni, at ráðgevar í Løgmálaráðnum ikki hildu tað vera rætt at lata føroyingar yvirtaka málsøkið um ráevni í undirgrundini. Hetta hevur ikki blíðka donsku politikkararnar, sum millum annað ivast í, um Poul Schlüter framdi brot á grundlógina, tá hann gjørdi avtaluna.

Fleiri teirra vísa á, at Danmark við avtaluni hevur latið frá sær suverenitetin yvir undirgrundini, og hetta bert kann gerast við einari fólkaatkvøðu, ella um ein stórur meiriluti í Fólkatinginum atkvøður fyri tí.

Hesin og aðrir spurningar skulu lýsast gjølliga, nú forsætisráðharrin skal í samráð í politisku og búskaparligu nevndini.

Annars hava fleiri serfrøðingar í fólkarætti og øðrum løgfrøðiligum spurningum hesa vikuna staðfest, at danir ikki hava nakran møguleika at koma afturum aftur, nú átta ár eru liðin, síðani avtalan varð gjørt. Stjórnin hevur gjørt avtaluna við landsstýrið, og hon kann bert broytast, um føroyingar eru sinnaðir at broyta hana.