Nýggjur vegur í Sandslíð fyri 107 milliónir

Ein nýggjur vegur í Sandslíð, sum skal klára ferðsluna úr Suðuroyartunlinum eisini, kann fara at kosta 107 milliónir krónur

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til Sólvit Nolsø, løgtingsmann, sum setti honum grein 52a spurning um málið. Hann spurdi soleiðis:

1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin við vegnum í Sandslíð?

2. Er ætlanin at halda fast í tí, ið samferðsluætlanin leggur upp til?

3. Eru dagførdar kostnaðarmetingar gjørdar upp á loysnirnar í Sandslíð?

Landsstýrismaðurin vísir í svarinum á, at vegurin gjøgnum Sandslíð til eysturbygdirnar á Sandoynni er bygdur í 1920-21, og at hann tí er ein av elstu vegum í landinum. 

– Vegurin er ein 1,5 kilometrar langur vegur við einari breyt. Dagliga koyra millum 400 og 500 akfør á vegnum. Tað er neyðugt at dagføra farleiðina, og hava tvær ymiskar loysnir verið frammi, sigur Dennis Holm.

 

##med2##

Síðani vísir hann á, at eftir íløguætlanini – við eini valdari loysn – verður vegurin gjøgnum Sandslíð dagførdur, har vegurin er til bygdirnar á eystursíðuni á Sandoynni. 

– Har er lítil ferðsla, og mælir Landsverk til at víðka vegin til tvær farbreytir, og tryggja teinin móti omanlopum, sigur hann.

Í 2021-22 var játtan tøk til vegin, og er verkætlanin fyrireikað, prosjekterað og klár at bjóða út. 

Eftir íløguætlanini verður hendan verkætlanin gjørd í 2025-2026, og verða eftir ætlan 23 milliónir krónur játtaðar í 2025 og 23 milliónir krónur í 2026, sigur landsstýrismaðurin.

– Hin loysnin við vegnum í Sandslíð er at breiðka verandi veg – umframt at gera ein stuttan tunnil upp á 380 metrar á Líðarenda, har vegurin er serliga trupul at breiðka, sigur hann.

P/F Suðuroyartunnil mælir til eina loysn, har Suðuroytunnilin gongur frá Skarvanesi til Sandvíkar.

– Tað merkir, at tað verður munandi meira og tyngri ferðsla í Sandslíð, um tann loysnin verður vald. Vegurin verður tá ein av høvuðsfarleiðunum í landinum við nógvari ferðslu, sigur landsstýrismaðurin.

 

##med3##

– Málið má tí takast upp av nýggjum, tí tað verður neyðugt við eini størri breiðkan, enn um vegurin bert er til eysturbygdirnar, og ein partur av vegnum í Sandslíð verður helst lagdur í ein tunnil. Best er ikki at seta arbeiðið at breiðka líðina í gongd, uttan so at mann í báðum førum ætlar at gera ta størru breiðkanina, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Til tann triðja spurningin um dagførdar kostnaðarmetingar sigur landsstýrismaðurin, at fyrra loysnin, har vegurin í Sandslíð verður breiðkaður til ein tvíbreytaðan veg til at nøkta ferðsluna til eysturbygdirnar, var mett til 40 - 45 milliónir krónur í 2021 prísum.

– Landsverk viðmerkir, at verkætlanin kann verða trupul at gera, tí tað er brattlendi í Sandslíð og eigur tí at verða roknað við einum hægri váðaískoyti, soleiðis at samlaði kostnaðurin verður einar 50-55 milliónir krónur, sigur hann.

 

##med4##

– Um vegurin gjøgnum Sandslíð skal vera ein av høvuðsfarleiðum landsins, har vegurin verður breiðkaður, og stuttur tunnil gjørdur, vísir ein júst dagførd kostnaðarmeting, at verkætlanin kostar einar 107 milliónir krónur við váðaískoyti, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.