Nú er endaliga avgjørt, hvør skal stjórna Faroe Ship eftir at Jóhanna á Bergi 1. september tók við starvinum sum stjóri í Atlantsflog
Nú er greitt, at tað verður Bogi Petursson Nielsen, sum verður nýggi stjórin á Faroe Ship.
Hann hevur røkt stjórastarvið, síðani Jóhanna á Bergi tók við sum stjóri á Atlantsflog 1. september.
Bogi Petursson Nielsen er 40 ára gamal og hevur starvast hjá Faroe Ship síðani 2007, og hesi seinastu árini hevur hann verið fíggjarstjóri í fyritøkuni og myndað leiðsluna saman við stjóranum.
Áðrenn Bogi P. Nielsen kom á Faroe Ship starvaðist hann hjá Effo, og frammanundan hevur hann eisini starvast hjá grannskoðaravirkinum Rasmussen & Weihe.
Bogi P. Nielsen er útbúgvin Cand. Merc. Aud frá Copenhagen Business School.