Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur gjørt av at seta Herleif Hammer í starvið sum rektari í Føroya Studentaskúla og HF-skeiði.
Hann tekur við á nýggjárinum, men starvið er tíðaravmarkað til útbúgvingarnar flyta inn í Skúladepilin í Marknagili, væntandi tann 31. juli 2016.
Herleif Hammer hevur verið virkandi rektari, síðani Mikkjal Helmsdal fór úr starvinum í summar.
Herleif Hammer er 43 ára gamal og útbúgvin cand.phil. í søgu og siðsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya.
Leiðsluroyndir hevur hann sum vararektari í 3 ár og umsitingarleiðari í 6 ár, sigur landsstýrismaðurin