Nýggjur New Orleans bólkur á Reinsarínum

New Orleans tónleikur er á skránni, tá nýggjur bólkur fer á pall leygarkvøldið

 

Í kvøld fer nýggi New Orleans bólkurin, Gently Breeze, at spæla á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn.

 

Talan er um breitt samansettan bólk við trimum sangarinnum, fimm blásarum umframt banjo og trummum. Tónleikurin, sum tey spæla, er fólkaligur jazzur og godspel-tónleikur.

 

Tey, sum manna bólkin, eru Jensia Kjærbæk Højgaard, Ingrid H. Petersen, Jóhanna Sofía Petersen, Bernhard H., Atli K. Petersen, Rúni K. Mouritsen, Eirikur Skála, Ólavur Olsen, Jóhan Hentze og Oddur Hentze.

 

Konsertin byrjar klokkan 21.