Skálamenn lora so spakuliga tíðindi um, hvørjir vera nýggir spælarar og venjarar, nú Skála aftur skal royna seg í bestu deildini.
Tað er eingin loyna, at nýggi venjarin er dani, og at talan er um 48 ára gamlan venjara, sum ikki áður hevur verið í Føroyum, men hvønn venjara talan er um, er ikki alment enn.
Í dag boðar Skála frá, at Erland Tvørfoss er nýggjur hjálparvenjari. 53 ára gamli Erland Tvørfoss var í nítiárunum drúgvur miðvallari á meistaraliðnum hjá GÍ, og hann var hjálparvenjari, tá ið Víkingur við Sigfríði Clementsen sum venjara vann løgmnssteypið í 2014 og aftur í 2015. Bæði hesi árini endaði Víkingur á bronsuplássi í landskappingini.
Skálamenn boða í dag eisini frá, at Vukasin Tomic er nýggjur miðverji. Hann er gamal kenningur í Sarpugerði og Víkingi, har nú 34 ára gamli Vukasin Tomic úr Serbia var miðverji og sambært faroesoccer.com spældi 50 dystir í 2019 og 2020.
Fyri fáum døgum síðani boðaðu skálamenn frá, at Jákup Jakobsen aftur er í Skála Ítróttarfelag, har hann, áðrenn hann flutti um fjørðin og til NSÍ, var drúgvur miðverji.