Seinastu nógvar mánaðirnar hava nógvar leysasøgur gingið um, at málverjin hjá Manchester United, David de Gea, er á veg til Real Madrid. Nú verður møguliga enn meira brenni kastað á tað bálið, tí at í morgun hevur Manchester United kunngjørt, at felagið hevur ognað sær nýggjan málverja.
Talan er um argentinska landsliðsmálverjan, Sergio Romero. Seinastu tvey árini hevur hann spælt við italienska Sampdoria, men sáttmáli hansara gekk út eftir seinasta kappingarár, og síðani hevur argentinin staðið uttan felag. Sáttmálin hjá Romero við United fevnir um trý ár.
Sergio Romero og Louis van Gaal, United-venjari, hava áður samstarvað saman í AZ Alkmaar, har Romero vardi málið við van Gaal sum venjara.