Nýggjur maður í býráðnum í Havn í dag

Av tí at Annfinn Brekkstein hevur boðað frá, at honum berst frá at møta til býráðsfundin, skal næsti maður á listanum hjá Sambandsflokkinum møta.

 

Hvørjaferð ein býráðslimur skal í farloyvi, so skal býráðið geva loyvi til, at næsta fólk á listanum kann møta.

 

Og tað er fyrsta málið á býráðsfundinum hjá Tórshavnar býráð í dag.

 

Næsta fólk á listanum hjá Sambansflokkinum er Jóhan Petur Johannesen, sum tí skal møta á býráðsfundinum í dag.

 

Sambandsflokkurin hevur ein býráðslim í Tórshavnar kommunu.

 

Tað eru nú tríggir flokkar, sum hava ein býráðslim í part. Fyri Fólkaflokkin vórðu tveir býráðslimir valdir á seinasta vali, Annika Olsen og Birgir Nielsen. Men síðani Annika Olsen fór úr Fólkaflokkinum og vald á ting fyri Tjóðveldi, hevur hon boðað frá, at hon nú umboðar Tjóðveldi í Tórshavnar býráð.

 

Tí hevur Fólkaflokkurin bara ein býráðslim, Birgir Nielsen. Framsókn hevur eisini bara ein býráðslim. Tað er var Ruth Vang, sum varð vald í býráðið fyri Framsókn, men síðani hon tók við landsstýrissessinum, hevur Súsanna Olsen umboðað Framsókn í býráðnum.

 

Tjóðveldi fekk tríggjar býráðslimir á seinasta býráðsvali í 2020. Men við Anniku Olsen hevur flokkurin fýra.

 

Javnaðarflokkurin hevur seks býráðslimir í Tórshavnar býráð.

 

Hesi stillaðu upp fyri Sambandsflokkin á seinasta býráðsvali:

 

 

B

 
 

Sambandsflokkurin

 
  

Listin

 
 

39

 
 

1

 
 

Annfinn Brekkstein

 
 

394

 
 

2

 
 

Jóhan Petur Eyðfinnur Johannesen

 
 

190

 
 

3

 
 

Sofus í Horni Hansen

 
 

164

 
 

4

 
 

Jákup Sverri Fonsdal Kass

 
 

154

 
 

5

 
 

Petrina Maria Berg á Lag

 
 

144

 
 

6

 
 

Jensia Højgaard Kjærbæk

 
 

127

 
 

7

 
 

Gitte Frieda Klein

 
 

86

 
 

8

 
 

Petur Frank Jákupsson Holm

 
 

79

 
 

9

 
 

Ingi Mittún

 
 

60

 
 

10

 
 

Harriet Doris Høgnesen

 
 

59

 
 

11

 
 

Tummas Andrias Rubeksen

 
 

38

 
 

12

 
 

Jens Knudsen