Nýggjur landsliðsvenjari í svimjing

Svimjing: David Kravl skal framyvir starvast sum føroyskur landsliðsvenjari í svimjing

Svimjisamband Føroyar hevur sett David Kravl í starv sum landsliðsvenjara. Hann tekur við eftir René Thomsen, sum er farin aftur til Danmarkar.

David Kravl, sum eisini er dani, fer í hesi vikuni at taka út svimjarar til NJM, sum verður 13. og 14. desember í Oslo. Hann fer eisini at taka út eitt landslið, sum fera at arbeiða fram ímóti Oyggjaleikunum á Gotlandi í 1997 og øðrum altjóða kappingum.