- Jákup Jógvansson Clementsen, sum lesur verkfrøði, vendi sær til Havstovuna í fjør at vita, um Havstovan hevði onkra uppgávu, sum hann kundi loysa í síni bachelorritgerð.
Á Havstovuni hevur í nøkur ár staðið eitt modell av Jákupi Sverra. Tankin hevur verið at fáa modellið út at sigla við nýmótans dronutøkni, soleiðis at tað kann nýtast sum granskingarpallur til ekkókanningar heilt inni við land á firðum og í sundum.
- Ein uppgávuorðing varð gjørd, sum í stuttum snúði seg um at fáa modellið út at sigla sjálvvirkandi og í sama viðfangi at savna inn ekkólodd-dátur.
Á Havstovuni vísa tey á, at heitið á uppgávuni var ”Styringssystem til autonom overfladedrone - i samarbejde med Havstovan”.
- Eitt slíkt far verður á enskum kallað ASV, sum stendur fyri ”autonomous surface vehicle”.
Verkætlanin byrjaði í desember í 2025, og hin 23. februar 2026 varð farið sjósett fyri fyrstu ferð.
- Á fyrsta túri eydnaðist at fáa víst í verki, at ASV’arin riggaði sum ætlað og at fáa fyrstu ekkódáturnar til høldar.
Á Havstovuni siga tey, at ein endalig roynd av ASV’aranum varð framd í Vestmanna, har eitt øki varð lagt út til kanningar, og siglilinjur vórðu lagdar út til ASV’in at sigla eftir sjálvvirkandi.
- Ekkóloddið varð tendrað og farið slept avstað. Hendan dagin var eitt frískt lot av norði, einir 7-8 metrar um sekundið, og spennandi var at síggja, hvussu fór at hildnast.
Royndin eyðnaðist væl, og ASV’ur og dátur komu til lands aftur í øllum góðum.
Um heimasíðuna hjá Havstovun sæst filmur, sum Jákup Jógvansson Clementsen hevur gjørt og sum ýsir avrikið til fulnar. Nýggja farið hevur fingið navnið "Lítli Jákup".
- Havstovan hevur nú fingið ein granskingarpall aftrat, og spennandi verður at síggja, hvussu hann fer at verða brúktur framyvir.
Lagt verður aftrat, at hin 25. mars 2026 vardi Jákup Jógvansson Clementsen sína bachelor ritgerð á DTU.
- Vil vilja við hesum takka Jákupi fyri fyrimyndarligt avrik og ynskja honum tillukku við útbúgvingini og alt tað besta framyvir, siga tey á Havstovuni í dag.










