Væl skjótari úrslit við MDS (Molecular Detection System)
Nakrir av størstu fyrimununum við góðkenningini av nýggja kanningarháttinum á MDS er neyvleikin og skjótleikin.
MDS er grundað á LAMP (loop-mediated isothermal amplication) DNA amplifisering, ið er ein sera specifikkur og sensitivur kanningarháttur.
Við hesi góðkenning kunnu vit nú veita kundum okkara úrslit ein heilan dag skjótari enn aðrir hættir á marknaðinum. Hesin skjótleikin kann vera avgerandi fyri okkara kundar, sum hava tørv á skjótum og álítandi svari í teirra góðskueftirliti og útflutningi.
Nýggju Reglurnar hjá ES um Null Tolsemi fyri Listeria.
Harumframt er ES í ferð við at seta nýggjar reglur í verk, sum krevja null tolsemi fyri Listeria monocytogenes í matvørum. Herdu krøvini gera tað enn týdningarmiklari fyri matframleiðarar og útflytarar at tryggja, at teirra vørur eru fríar fyri Listeria monocytogenes.
Við hesum nýggja góðkenda kanningarhættinum kann Thetis hjálpa kundum sínum at tillaga viðurskifti í framleiðsluni væl skjótari enn áður, og at lúka herdu krøvini og verja fólkaheilsuna.