Nýggjur flogvøllur í Nuuk er seinkaður

Nýggi flogvøllurin í Grønlandi verður liðugur eitt ár seinni enn ætlað

Nýggi altjóða flogvøllurin í Nuuk skuldi takast í brúk í 2023, men nú boðar felagið Kalaallit Airports frá, at byggingin av vøllinum er seinkað, og vøllurin verður ikki liðugur fyrr enn í 2024.

 

Fleiri orsøkir eru til seinkingina. Covid-19 hevur órógvað ymisk viðurskifti, veðrið hevur seinkað eitt nú asfaltering, og nýggj krøv til ljós og annað hevur eisini seinkað partar av arbeiðnum.

 

– Vit iðra okkum um, at flogvøllurin verður seinkaður. Vit hava boðað nøkrum av fyritøkunum, sum eru við í verkætlanini, at hetta kann fáa avleiðingar fyri tær. Vit hava gjørt alt, vit kunnu, fyri at halda tíðarætlanina, men tað hevur ikki lukkast, sigur Jens Lauridsen, stjóri í Kalaallit Airports við Check-In.

 

Check-In skrivar, at kostnaðurin at byggja flogvøllin í Grønlandi var upprunaliga um tríggjar milliardir krónur, men higartil eru útreiðslur fyri 900 milliónir komnar afturat.

 

Føroyingurin Jóhannus Egholm Hansen hevur verið nevndarformaður í Kalaallit Airport, men hann gavst í nevndini í fjør. Tríggir stjórar hava verið síðani 2016.